Hátíðarløta var á Sjónámi í gjár, hósdagin 25.juni tá 7 Skipsatstøðarar fingu prógv. Upp á ein máta eru teir søguligir, tí hetta er fyrsti flokkur av fulltiknum skipsatstøðarum, ið hava tikið útbúgvingina sum eitt samanhangandi skeið.
##med2##
Á myndini eru teir aftara rað frá vinstru eru teir Martin Andriasson Olsen, Dánjal Lysholm Jensen og Sigmundur Annifinnson Ellingsgaard. Fremra rað frá vinstru eru teir Tummas Ellingsgaard, Jógvan Sveinbjørnsson Poulsen og Páll Haldansen.Símun Esmar Vágsá manglar á myndini.
Fiskimannafelagið læt virðislønir til tey við hægstu próvtølum. Í hesum sambandi fekk Sigmundur Annifinnson Ellingsgaard fekk ein fyllipenn og hann fekk eisini Ídnisvirðislønina.
Hinvegin vóru tað tveir, sum vóru javnir á øðrum plássi, teir vóru Dánjal Lysholm Jensen, sum fekk ein grindaknív ogTummas Ellingsgaard fekk ein kikara.