Sjey fólk eru higartil bjargaði úr skriðulopinum í Namsos í Noregi. Tvær bjargingartyrlur leita framvegis eftir fólki á sjónum Sambært høvuðsalarmsentralinum í Noregi er, er enn eingin fráboðan komin um fólk, ið eru saknaði.
Tvær bjargingartyrlur og ein bjargingarbátur leita eftir fólki á sjónum.
Skriðan hevur tikið minst seks hús og tríggjar smáttur við sær, og verður mett umleið 250 til 300 metrar breið, og hevur tikið eitt heilt nes við sær.
- Vit hava sett alt, sum vit hava av útgerð og fólkum í sving. Vit mugu fáa eitt yvirlit yvir, júst hvat er farið fram, og hvussu nógv fólk eru íblandaði. Vit raðfesta allar miðlar fyri at fáa eitt greitt yvirlit, sigur Jostein Grimstad úr løgregluni við NRK.
Fleiri myndir og video kann síggjast á heimasíðuni hjá NRK www.nrk.no