Sjey dagar eftir at keypa í

Arsenal hevur sjey dagar at finna avloysarar fyri Samir Nasri og Cesc Fabregas, meðan Liverpool, Tottenham, Chelsea og Manchester City framvegis eru á marknaðinum og leita eftir leikarum at styrkja seg við.

 

Tann 31. August á mindnátt er seinasta freist hjá feløgunum kring Evropa at keypa leikarar til felagið. Nógvir leikarar hava skift feløg og nógvir pengar eru sendir aftur og fram millum feløg og umboðsmenn.

 

Arsenal hevur upp á stutt tíð selt bæði Cesc Fabregas og Samir Nasri. Cesc Fabregas skifti til Barcelona fyri áleið 300 milliónir krónur, meðan Samir Nasri skifti til Manchester City fyri yvir 200 milliónir krónur.

 

Nú er spurningurin um Arsene Wenger er sinnaður at keypa inn fyri pengarnar. Arsenal eru settir í samband við Lille superstjørnuna, Edin Hazard. Vongurin úr Belgina hevur tó sambært bretskum miðlum avsannað at hann er ávegis til London.

 

Arsenal eru eisini áhugaðir at fáa fatur á franska landsliðsleikarunum, Yann M’Vila, sum til dagligt spælir við Rennes. Fyrr í ár ljóðaði at millum annað Manchester United og Liverpool eisini vóru eftir franska miðvallarinum. Daily Mail skirvar, at prísurin fyri Yann M’Vila liggur um 200 milliónir krónur.

 

Umframt teir báðar, so vita enskir miðlar at siga, at Arsene Wenger liggur framvið eftir Phil Jagielka og Mikel Arteta, sum báðir spæla við Everton.

 

Enska blaðið, The Sun, skrivar at Emmanuel Adebayor hevur skift til Tottenham. Talan er um ein leigu sáttmála, ið inniber at Manchester City framherjin spælir við Tottenham hetta kappingarárið. Afrikanski framherjin er annars illa dámdur í Tottenham frá tíðini, tá hann spældi í Arsenal.

 

Tottenham venjarin, Harry Redknapp, sigur sambært Metro, at Luka Modric skal hava lønarhækkan, um teir vilja halda fast í kroatiska landsliðsstjørnuni.

 

Líkt er til, at Liverpool fer at styrkja sær um verjuna eftir at Sotirios Kyrgiakos skifti til týskan fótbólt. Talan er um ungan verjuleikara úr Uruguay við navninum Sebastian Coates. Hann vann í summar Copa America saman við Luis Suarez.

 

Hinvegin so ljoðar, at Joe Cole, Alberto Aquilani, David N’gog og Christian Poulsen eru á veg úr felagnum. Joe Cole til QPR ella Tottenham. Alberto Aquilani til AC Milan. David N’gog til Bolton, meðan millum annað Stoke og FCK hava víst áhuga fyri Christian Poulsen.

 

Heldur ikki Chelsea eru komnir á mál í hesum flytingarvindeyganum. Millum annað eru teir settir í samband við Liverpool miðvallarin, Raul Meireles, men tykist ikki so sannlíkt í løtuni. Eisini skal Chelsea hava sambært The Guardian bjóða umleið 150 milliónir krónur fyri Alvaro Pereira, sum til dagliga spælir við Porto.

 

Av øðrum kann nevnast, at QPR eru millum liðini, ið vilja hava Newcastle miðvallarin, Joey Barton. Aston Villa hevur bjóðað 30 milliónir fyri Manchester United miðvallarin, Darron Gibson. Sunderland eru áhugaðir í Manchester City framherjanum, Roque Santa Cruz.