Sjey bilførarar koyrdu alt ov skjótt

Løgreglan gjørdi ferðkanningar í gjár

Løgreglan gjørdi aftur ferðkanningar í gjár og hesa ferð vóru tey í Søldafirði, har tey kannaðu ferðsluna í bygdum øki, har tað er loyvt at koyra 50 kilometrar um tíman. Úrslitið var, at sjey bilførarar koyrdu so mikið skjótt, at teir fingu bæði bót og klipp í koyrikortið. Løgreglan sigur, at teir koyrdu allir ímillum 74 og 80 kilometrar um tíman, og tað kostar klipp i koyrikortið.

Annars varð ein bilførari eisini tikin í Havn, og hann er skuldsettur fyri at koyra við kenning.