Sjey bilførarar fingu bót

Løgreglan hevur varhugan av at støðan batnar

Í gjár var ferðsluvarðferðin hjá løgregluni víða um á meginøkinum í Føroyum og kannaði ferðsluna. Í hesum sambandi vóru tey fleiri staðni í Eysturoy, í Vágum og í Havnini og tey kannaðu eitt stórt tal á bilum.

Løgreglan sigur at í Eysturoy fingu fimm bilførarar bót fyri at tosa í hondhildnari fartelefon ímeðan teir koyrdu bil og ein bilførari fekk bót tí at hann ikki sat í trygdarbelti.

Í Havnini fekk ein bilførari bót fyri at tosa í hondhildnari fartelefon ímeðan hann koyrdi, men í sama viðfangi tók løgreglan eisini nummarpláturnar av tveimum bilum, har eigarin var í eftirstøðu fyri veggjald, ella trygging, ella ikki var møttur til sýn.

Í kanningini í Vágum varð eingin bilførari tikin.

Bótin fyri at tosa í hondhildnari fartelefon ímeðan ein koyrir bil, er 1.000 krónur, og bótin er tann sama fyri ikki at sita í trygdarbelti.

Men er talan um barn undir 15 ár, sum ikki situr í trygdarbelti, fær bilførarin eisini klipp í koyrikortið.

Løgreglan hevur varhugan av, at støðan er batnað og at tað ikki eru so nógvir bilførarar longur, sum tosa í hondhilnari fartelefon ímeðan teir koyra.

Men her er so aftur at viðmerkja, at mestsum allir nýggjari bilar hava bluetooth sum ger, at tað er óneyðugt at hava telefon í hondini.