Tað er sjáldan at nýggj tíðindi frættast úr Múla.
Men tey sum í hesum døgum koyra teir sjey km. úr Norðdepli norður til Múla, síggja at her er broyting hend síðani seinast.
Nærhendis teimum fáu sethúsunum í bygdini er nevniliga gjørt eitt parkeringspláss, sum kann rúma fleiri bilum.
Óvist er, um tað er roynt til fulnar enn. Mett verður tó, at einir 6 til 7 bilar kunnu standa parkeraðir her.
Nógv ferðsla
Tað er Hvannasunds kommuna sum hevur staðið fyri hesum arbeiðinum.
Júst Poulsen, borgarstjóri í kommununi sigur, at hetta verður gjørt í sambandi við upplatingina av Norðoyatunlinum.
- Vit vænta nógva ferðslu norðureftir, og helst fara nógv eisini at koyra norður til Múla, sigur hann við Sosialin.
Sum støðan er í dag ber væl til at koyra hagar. Tann fyrsti parturin av vegnum er góður og væl asfalteraður í støðum.
Tá ein nærkast bygdini smalkar vegurin kortini so mikið, at her kunnu bilar ikki møtast.
Út frá hesum hevur ein mett, at tørvur var á einum parkeringsøki í Múla, sum er partur av Hvannasunds kommunu.
Møguleiki skal sjálvandi eisini verða hjá bilunum at kunna venda inni í sjálvari bygdini.
Tað var Sjúrður Joensen av Viðareiði og hansara menn sum hava gjørt hetta snøgga arbeiðið. Arbeiðið er liðugt.









