Niðri á kaiini á Eiði er virkið Seanergy, sum útvinnur evnið kollagen úr upsaskræðu. Enn er ikki verulig gongd komin á framleiðsluna, men fyritøkan er komin til ein kvalitet av evninum, sum teir eru sera væl nøgdir við.
- Sambært eini úttaveltaðari kanning er produktið hjá okkum betri enn hjá nógvum øðrum, so hetta er nakað vit trúgva uppá, sigur Eyðun Gaardbo, sum er stjóri á Seanergy.
Hann greiðir somuleiðis frá, at gongur alt sum vónað, so megnar virkið at framleiða 300 tons av kollagen um árið.
Tað er ein tíggjundapartur av heimsmarknaðinum.
Men tað gongur ikki altíð so væl sum ætlað, tí menninir handa Seanergy hava eisini roynt seg við øðrum virki, sum framleiddi lýsi, men Faroe Marine Biotech er nú við at fara í søguna.
- Vit fingu ikki nóg mikið av ráðvøru, og onnur ting spældu eisini inn, so tað eydnaðist ikki hjá okkum, men vit arbeiða framvegis við onkrari loysn har, sigur stjórin.
Senda royndir
Men hetta nýggja ævintýrið er nú næstan byrjað.
- Vit hava sent royndir til nógvar fyritøkur, og vit hoyra frá onkrum rættiliga ofta. So mann kann siga, at vit eru á gáttini til veruliga at koma í gongd. Maskinurnar eru allar klárar, so vit bíða bara eftir, at onkur veruligur ordri vónandi kemur, sigur Eyðun Gaardbo.
Størsti marknaðurin fyri kollagen úr fiskaskræðu er í Japan, sum hevur umleið 65 prosent av marknaðinum, og hagar eru rættiliga nógvar royndir sendar.
Hálvt spanskt
Helvtin av partapeninginum í Seanergy kemur úr Spania frá eini fyritøku, sum eisini framleiðir kollagen. Einasti munurin millum fyritøkuna í Spania og Seanergy er at fyritøkan í Spania framleiðir kollagen úr grísahúð.
Nógv samstarv er millum fyritøkurnar báðar, og spaniólarnir standa fyri tí mesta av marknaðarføringini av føroyska kollagenum úr upsaskræðu.
Villur fiskur
Í marknaðarføringini av føroyska kollagenum verður stórur dentur lagdur á, at tað er villur fiskur, sum verður nýttur til framleiðsluna.
- Vit royna at syrgja fyri, at keypararnir vita, at tað er villur fiskur, tí kinesarar framleiða úr aldum fiski, og teir hava ein framleiðslukostnað, vit ikki kunnu kappast við, sigur Eyðun Gaardbo.
Somuleiðis leggur fyritøkan dent á, at havumhvørvið, haðani fiskurin kemur er reint, umframt, at tað gongur skjótt frá at fiskurin er veiddur til evnið verður framleitt.
Sjey milliónir
Fyri at fyritøkan skal mala runt, so skulu umleið sjey milliónir vinnast. Og hetta trýr stjórin uppá.
- Vit rokna við, at veruligu ordrarnir koma um einar tveir til tríggjar mánaðir, og í næsta ár vóna vit at kunna framleiða eini 80 til 100 tons. Hetta skuldi givið eitt søluvirði á einar 8 til 10 milliónir krónur, men vit kunnu staðfesta, at alt omanfyri 7 milliónir bara er gott, staðfestir Eyðun Gaardbo.
Í framtíðini verður møguligt hjá fyritøkuni at framleiða upp til 300 tons av kollagen, og tað skuldi givið eitt søluvirði á eina 30 milliónir krónur. Men stjórin staðfestir, at so skal ganga serstakliga væl.