Sjarmuferð í egnum haga

- Vit raðfesta trivnaðin í kommununi høgt, og bygdaráðið arbeiðir ítøkiligt við at útbyggja verandi barnagarð, sigur Nes kommuna, sum hevur verið á ?sjarmuferð?. Herfyri skipaði Nes kommuna fyri borgarafundi, har eini 60-70 fólk møttu. Nevndirnar undir bygdaráðnum greiddu frá, hvørjum tey arbeiða við, og høvið var eisini hjá borgarum at seta spurningar.

Í stuttum kunnu vit siga, at hetta var ein sjarmuferð í egnum haga, har bygdaráðið eisini kundi vænta sær, at kunningin til borgararnar í kommununi - um miðlarnar - fór at røkka út um kommunumarkið.

Besta ?trekkplástrið? hjá bygdaráðnum úteftir er ivaleyst, at grundøkir eru tøk at byggja á, og at Nes kommuna metir seg vera hina bíligastu millum kommunurnar í Eysturoy at búgva í.

- Kommunuskattaprosentið hevur verið óbroytt í fleiri ár og er 20,5, og barnafrádrátturin er 5000 krónur. Útrokningar vísa, at hetta saman við lágum ansingargjaldi ger, at hjá eini barnafamilju er bíligast at búgva í Nes kommunu, tá samanborið verður við hinar kommunurnar í oynni.

Hetta var líka sum høvuðsboðskapurin hjá bygdaráðnum á borgarafundinum.

- Á mentanarøkinum er stór íløga gjørd í nýggjan skúla, sum øll eru sera glað fyri. Vit raðfesta trivnaðin høgt, og bygaráðið arbeiðir ítøkiligt við at útbyggja verandi barnagarð.

Partur av boðskapinum er eisini, at nógv vinnulív er í kommununi, og á eldraøkinum er kommunan væl fyri við lutfalsliga nýggjum eldrasambýli til 16 fólk.

- Vit hava eisini tøk og byggibúgvin grundøkir, sum eru klár at byggja á, sigur bygdaráðið í Nes kommunu.