Sjálvstýrislistin í Norðoyggjum

Sjálvstýrislistin í Norðoyggjum er nú liðugur

Nú nærkast tíðin tá uppstillingin skal verða liðug.

Skírisdag, klokkan 18.00 er seinasta freist at lata inn valevnislistar til valnevndina og nú eru tær seinastu uppstillingarnar við at verða lidnar.

Sjálvstýrisflokkurin í Norðoyggjum er liðugur við sína uppstilling, og teir stilla sjey valevni upp.

Tey eru:


Jaspur Bjartalíð, lnadbúnaðarnæmingur, Árnafjørður

Eyðun Elttør, eftirlitsmaður, Klaksvík

Jan Gardar, Krambakallur, Klaksvík

Jan Asbjørnson Joensen, stjóri, Klaksvík

Karl Heri Joensen, bóndi, Klaksvík

Jonhard Larsen, yngri, Klaksvík

Álvur Zachariasen, løgtingsmaður, Klaksvík