Sjálvstýrið hevur nú fingið nýggjan formann

Hann fer undir arbeiðið nú - men verður endaliga valdur seinni

Tað verður Sámal Petur í Grund, sum verður nýggjur floksformaður fyri Sjálvstýri. Hetta hendir eftir at Landsnevndin, formenn fyri økisfeløgini, tingmaðurin og onnur umboð floksins einmælt mæltu til at velja hann til floksformann fyri Sjálvstýri á Landsnevndarfundi fríggjadagin.

 

Sostatt tekur hann við eftir Kára P. Højgaard, sum hevur verið formaður eitt áramál.

 

Hóast valið av floksformanni skal staðfestast á eykaaðalfundi hósdagin 30. desember 2021, tekur hann við uppgávunum sum virkandi floksformaður beinanvegin, og hann umboðar flokkin í almennum høpi í samarbeiði við formannin í tingbólki floksins á Tingi.

 

Sámal Petur í Grund er 63 ára gamal, ættaður úr Søldarfirði og býr í Klaksvík. Hann hevur drúgvar royndir í politiskum arbeiði. Hann gjørdist landsstýrismaður í 1994, valdur á ting í 1998, og aftur landsstýrismaður í 2001. Hann er gamal í garði í Sjálvstýrisflokkinum, men á løgtingsvalunum í 2011 og í 2015 stillaði hann kortini upp fyri Framsókn - men á valinum í 2019, stillaði hann aftur upp fyri Sjálvstýrið og fekk 91 atkvøður. Hann er skipari á Strandfaraskipinum Sam á 18. ári, og eisini stjóri á reingerðarfyritøkuni, Grundvask.