Tíverri fall málið í fjør, men nú liggur tað aftur í rættarnevndini, og vónandi fer okkurt at spyrjast burturúr hesa ferð, nú allir flokkar uttan Sambandsflokkurin hava sæð at neyugt er við broytingum í støðu Føroya mótvegis Danmark.
Í sambandi við,at Javnaðarflokkurin hevur arbeitt við hesum máli, hava mótstøðufólk okkarar í heilum ført fram, at javnaðarflokkurin vil hava loysing.
Serliga týðiliga kom hetta til sjóndar í valsending Sambandsfloksins, har varð hetta endurtikið ferð eftir ferð. Har var sagt, at Sambandsflokkurin er einasti flokkur, sum vil varðveita ríkisfelagsskapin.og at Javnaðarflokkurin gongur inn fyri loysing. Í Dimmalætting er sama søga.
Tað verður tí neyðugt her áðrenn valið at gera greitt, at Javnaðarflokkurin framhaldandi vil vera innan fyri ríkisfelagsskapin. Hetta vita allir flokkar væl, eisini sambandsmenn, tí tað stendur greitt í uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um setan av stjórnmálanevnd.
Í viðmerkingunum stendur: Javnaðarflokkurin ynskir størri sjálvræði innan fyri Ríkisfelagsskapin.
Eitt annað mál, sum verður tikið fram í sambandi við setan av stjornmálanevnd og størri sjálvavgerðarrætti í egnum málum, er at Javnaðarflokkurin vil seta vælferðarsamfelagið í vága.
Er tað veruliga so, at vit við at fáa meira sjálvstýri seta sosialu trygdina upp á spæl?
Hetta hevur Javnaðarflokkurin hugsað nógv um, og flokkurin leggur stóran dent á, at sosiala trygdin verður varveitt, og hetta metir flokkurin seg vera føran fyri at gera.
Sum nú er fáa vit oman fyri 800 mió í heildarveiting, og hesin peningur er týdningarmikil fyri okkum. Men Heimastýrislógin er ikki nakar garantur fyri heildarveitingina: Hetta er ein árlig veiting, og danir kunnu saktans broyta upphæddina, eisini uttan at spyrja okkum.
Stjórnmálanevndin skal eisini viðgera fíggjarligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, og tí skal spurningurin um heildarveitingina takast upp, tá vit fara at tosa við danir um nýggju skipanina.
Um borgarligu flokkarnir í Danmark fáa ræði eru stórur møguleiki fyri niðurskurði á sosiala økinum, og ikki er óhugsandi at hesir holdningar kunnu ávirka veitingina til okkum. Tí er tað týdningarmikið, at vit sjálvi gera av, hvussu vit skulu hava tað á hesum øki.
Ein nýggj skipan millum Føroyar og Danmark skal ikki ávirka trygdina á almannaøkinum. Tað skal Javnaðarflokkurin vera ein trygd fyri.
Setið tí ein sterkan Javnaðarflokk á Fólkating.