Sjálvandi skal langhylur eisini vera fyri rørslutarnað

Tað sigur Parasport Føroyar í viðmerking til kjakið um byggingina av langhylinum í Havn

– Nú nógv umrøða hevur verið í miðlunum um byggingina av langhylinum í Havn, eru ábendingar um, at umstøður til fólk við rørslutarni ikki eru partur av byggingini í fyrstu atløgu. Og Parasport Føroyar sigur víðari í skrivinum:

»Vit fáa okkum illa at trúgva at farið verður í gongd við slíka verkætlan uttan samstundis at tryggja, at allir borgarar, eisini teir við rørslutarni, hava eins góðar møguleikar at brúka allar hentleikarnar.

Vit í Parasport hava verið sera spent, og hava eisini havt høvið at gera okkara viðmerkingar í samband við stóru verkætlanina.

Tað er í svimjing, at paraíðkarar søguliga hava størstu úrslitini, og svimjing eigur eitt stórt pláss í paraítróttinum í Føroyum. Tað er í parasvimjing, at vit sóu nøkur av teimum fyrstu altjóða heiðursmerkjum til føroysk ítróttarfólk yvirhøvur.

Vit síggja stórar møguleikar við betraðu umstøðunum, bæði til gaman og álvara, og hava eisini merkt áhuga uttanlands at koma hendanvegin at kappast og venja, tá langhylurin stendur klárur.

 

Svimjing kann og eigur at verða fyri øll, og er tað sjálvsagt, at umstøðurnar til fólk við rørslutarni eru við frá byrjan í bygging av einum langhyli, eins og øllum ítróttaranleggum nú og í framtíðini.

 

Vit heita á býráðið í Havn at tryggja, at hesin parturin ikki liggur eftir, tá langhylurin stendur klárur at taka í nýtslu.«