- Tað er fallið fleiri fyri bróstið, at Sonja J. Jógvansdóttir, eitt av valevnum okkara, skal hava úttalað seg ófantaliga á infoportalinum.
Tað sigur Javnaðarflokkurin á síni heimasíðu í dag og lagt verður aftrat:
- Talan er ikki um eina veruliga samrøðu ella um ein tíðindaportal. Talan er um satiru, har Infoportalurin roynir at speireka valevni okkara og Javnaðarflokkin.
Á heimasíðuni vísir Sonja J. Jógvansdóttir á, at satira er fín, og eingin skal taka seg sjálvan so hátíðarligan – ella sjálvhátíðarligan - at vit ikki tola, at fólk, portalar og onnur speireka, serliga um talan er um almennar persónar.
- Men sjálvsagt eru nøkur mørk, sigur Sonja J. Jógvansdóttir, sum harmast, um fólk hava fingið ta fatan, at tað er hon sum hevur úttalað seg til portalin.