Komandi týsdag verður uppboðssøla hjá Bruun-Rasmusen í Keypmannahavn. Millum lutirnar, sum tá verða seldir, er ein føroyskur 100-krónuseðil frá 1940.
Seðilin er teknaður av postovastanum, Jacob Olsen, og hann er prentaður við eini linoliumskliché.
Talan er um sera sjáldsaman seðil, og á heimasíðuni hjá uppboðssøluhaldaranum er metta virðið kr. 8.000. Ein líknandi seðil varð fyri nøkrum árum seldur fyri munandi størri upphædd.










