Sjáldsamt: Allir flokkar á Løgtingi vilja yvirtaka

Vit skulu ikki koma í sumu støðu aftur sum vit vóru við tá ið Korona herjaði upp á tað ringasta

Nú verður alt málsøki, sum hevur við farsóttir at gera, yvirtikið frá dønum. Tað er endamáli við einum uppskoti frá samgonguni, sum Løgtingið nú hevur til vigerðar.

 

Tað sjáldsama er, at hetta er ein yvirtøka, allir flokkar á Løgtingi taka undir við. Undanfarna samgonga legði eisini uppskot fyri Løgtingið um hetta, men tað fall burtur tá ið løgtingsvalið varð útskrivað.

 

Og nú Málið hevur verið til viðgerar í Trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum, er tað greitt, at allir flokkar eru samdir um hesa yvirtøkuna. Ein samd nevndi vísir á, at aftur ímóti øðrum londum, komu Føroyar ígjøgnum koronufarsóttina.

 

– Tó hevur tíðarskeiðið víst okkum, at farsóttarmálsøkið eigur at vera á føroyskum hondum, sigur nevndin. Í eini kreppustøðu er tað umráðandi, at frástøðan til myndugleikan er stutt, og at landsins borgarar fáa greiða og týðiliga kunning, ið er til at skilja, leggja tey afturat.

 

– Tá ið korona herjaði, var tað skjótt, at øll vóru greið yvir, at tað var rætt at yvirtaka málsøkið.  Av tí, at málsøkið er danskt, er tað ógvuliga avmarkað, hvørjar myndugleikar vit hava at berja eina farsótt niður og tí eiga vit at hava fult ræðið á økinum, hava politakarar ført fram.

 

– Tað er onki at ivast í, at samfelagið og myndugleikin í Føroyum eru búgvin til at taka ábyrgd á hesum málsøkinum og at skipa føroyskar loysnir eftir egnum fortreytum, sigur Trivnaðarnevndin.

 

Málsøkið verður yvirtikið 1. januar í 2024 og tað skal ein føroysk fyrisiting vera til reiðar at átaka sær uppgávurnar. Tað merkir, at allar uppgávur, og allar heimildir í samband við farsóttir, sum liggja hjá Landslæknanum og donsku stjórnini, verða nú fluttar til Fólkaheilsustýrið, og landsstýrisfólkið í heilsumálum.

 

Sostatt fáa føroysku myndugleikarnir fult vald á øllum, sum hevur við farsóttir at gera. Men Trivnaðarnevndin heldur, at umframt at yvirtaka málið, er neyðugt at endurskoða lógina og at laga hana til føroysk viðurskifti.

 

Í koronatíðini tóku ivamál seg upp, kanska serliga millum land og kommunur, hvussu lóggáva og ymisk viðurskifti skuldu handfarast.  Skuldi ein koronakreppa tikið seg upp aftur, ella skuldi ein onnur farsótt gjørt um seg, eiga allar tilbúgvingar at liggja klárar, og greiðar linjur eiga at verða millum allar avvarðandi partar, sigur Trivnaðarnevndin.