Sjáldsamir fiskar á vísindavøku

Havstovan luttekur á Vísindavøkuni í morgin.

Havstovan luttekur aftur í ár á Vísindavøkuni fríggjadagin tann 26. september 2014. Í ár verður Vísindavøkan hildin í hølunum hjá iNOVA á Hoyvíksvegi 51.

 

 

Básurin verður mannaður av granskarum og øðrum fólki frá Havstovuni, sum fara at greiða frá arbeiðinum og granskingini, sum fer fram á Havstovuni, skrivar hav.fo.

 

 

Umframt tað vanliga arbeiðið sum Havstovan ger, verða nógvir sjáldsamir fiskar sýndir fram í ár.

 

 

Vísindavøkan er frá kl. 08:00 til 22:00