Í eini sjáldsama harðari fordøming tekur ST aðalskrivarin António Guterres harðliga frástøðu frá einum russiskum rakettálopi á ukrainska býin Vinnytsja miðskeiðis í Ukraina.
Í álopinum á eitt íbúðarøki doyði í minsta lagi 20 fólk – teirra millum trý børn. Í minsta lagi 50 onnur vórðu særd. ST sigur, at tey, ið hava ábyrgdina av álopinum eiga at rættarsøkjast.
– Guterres er forfardur og vamlast við hetta álopið ímóti Vinnytsja, sigur talsmaðurin fyri ST aðalskrivaran, Stephane Dujarric.
– Aðalskrivarin fordømir álop á sivil fólk og á sivilt undirstøðukervi og endurtekur áheitan sína á, at persónar handan slíka gerðir verða settir til svars.
Russarar sendur tríggjar rakettir ímóti býnum. Rakettirnar raktu ein skrivstovubygning. Harumframt oyðiløgdu rakettirnar íbúðarbygningar, tá tær raktu í hjartað í miðbýnum í býnum.
Stóru eldur komi í av spreingingunum.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur umrøtt álopið á boðtænastuni Telegram.
– Hvønn dag drepur Russland sivil fólk, ukrainsk børn og fremur álop ímóti sivilum útbúnaði, sum als ikki eru hernaðarmál. Hvat er hetta, um tað ikki er beinleiðis yvirgangur?, skrivar hann.
Russland hevur ikki viðmerkt hendingina. Men landið hevur fleiri ferðir avvíst at tað tilvitað fer eftir sivilum málum í Ukraina.
Vinnytsja er ein býur miðskeiðis í Ukraina, sum hevur um 660.000 íbúgvar. Hann er umleið 200 kilometrar í ein útsynning úr høvuðsstaðnum Kyiv og langt frá hermótinum har eysturi og suðuri í Ukraina.
##med2##
Miðukraina hevur seinastu mánaðirnar verið mett at verið lutvíst trygt samanborði við serliga eystara partin av landinum, har tað eru harðir bardagar.
Myndir vísa gráan royn hevði seg úr staðnum, har rakettirnar raktu. Eisini eru fleiri brendir bilar og bygningsleivdir.
Ein stjóri í bjargingartænastuni sigur við ukrainskt sjónvarp, at tað helst ikki er nakar møguleiki at finna fólk á lívi í leivdunum.
Skrivstovubygningurin, sum varð raktur, er níggju hæddir høgur.
/ritzau/Reuters











