Sjáldan sæð so stutta døgnrapport

Av løgreglustøðini siga tey, at so gott sum einki er hent í nátt.

Bæði sigrandi finnar og tapandi føroyingar hava hildið seg í skinninum í nátt og annars hevur verið stak friðarligt um alt landið.

 

- Eg havi sjáldan sæð so stutta døgnrapport, segði vakthavandi á løgreglustøðini í Havn í morgun, tá vit ringdu at fregnast um, hvussu náttarlívið hevði verið.