Fiskivinna
Tað er áhugavert, tá ið vinnan letur okkum frætta um góðar sólskinssøgur. Soleiðis var nú um dagarnar, tá ið vit frættu frá Ludvík við Stein hjá P/F Thomson.
Eins og Ludvig setti seg í samband við okkum, eru aðrir/ og onnur vælkomin at gera tað sama, tá okkurt áhugavert rørist í vinnuni.
- Leygardagin var djúpvatnstrolarin Sjagaklettur úr Hvalba hjá okkum í Scrabster. Meginparturin av veiðini var upsi, stívliga 136.000 pund. Skipið hevði umleið 16.000 pund av hvítum fiski aftrat upsanum.
Óhoyrdur prísur
Ludvík sigur, at Sjagaklettur hevði eina sera góða upsasølu. Nettoprísurin fyri upsan var nevniliga 9 krónur fyri kilo. Hetta má sigast at vera framúr prísur fyri eina heila last av upsa.
- Eg veit ikki um líknandi prísir fyri eina heila last av upsa, hvørki í Føroyum ella Scrabster, og tí má henda sølan hjá Sjagakletti sigast at vera serstakliga góð.
Ludvík við Stein sigur, at samlaða søluvirði hjá hvalbiartrolaranum hendan túrin var stívliga 800.000 krónur, ið er ein sera góður túrur eftir fýra dagar roynd.
Hvør er Thomson?
Vit kunnu leggja aftrat, at P/F Thomson er eitt felag sum útflytir feskar fiskavørur úr Føroyum. Felagið er dóttirfelag hjá Thomson International, sum liggur í Scrabster.
Thomson International tekur sær serliga av at landa og selja lastirnar hjá føroykum skipum.










