Sjagaklettur brotið motorin

Frystitrolararnir, Sjagaklettur og Gullberg, sum P/F Jókin eigur, hava gjørt tveir túrar á upsaveiði higartil í ár. Upsaveiðan hevur sum heild verið vánalig í vár, og hetta hava tískil verið smáir túrar.

Tá skipini vóru á veg aftur av seinasta túri fríggjadagin, hendi eitt óhapp við maskinuni á Sjagakletti, og í løtuni er skipasmiðjan Mest í holt við at kanna, hvussu umfatandi skaðin er.

Mikkjal Hammer, reiðari, sigur, at enn vita teir einki at siga um, hvussu stórur skaðin er, og hvør avleiðingin av hesum verður.

Sleipibáturin Pressarin togaði Sjagaklett á Havnina.

- Tað er ógjørligt í løtuni at siga nakað um, hvat tíð hetta fer at taka, men tá greiða er fingin á skaðanum, vita vit betri, sigur reiðarin.

Mikkjal Hammer sigur, at Gullberg, sum partrolar saman við Sjagakletti, liggur í Gøtu, har El-talvuvirkið ger ymiskar el-instalatiónir, og hetta arbeiði fer helst at taka eina góða viku.