Sjóvinnuútbúgvingar stóran áhuga

Í Íslandi er áhugin fyri útbúgvingum, sum hava tilknýti til sjóvinnu, vaksin sera nógv millum tey ungu.
Nýggj tøl vísa, at næmingatalið er heili 46 prosent størri í ár enn í fjør, og so stórur hevur vøksturin ikki verið í mong ár, skrivar blaðið Vísir. Skúlaverkið sigur, at tað er umráðandi at stuðla upp undir hesar útbúgvingarnar og at økja samstarvið millum vinnulívið og skúlaverkið.