Greenpeace hevur fingið at vita, at kemur skipið Esperanza ov nær teimum báðum boriskipunum úti fyri Vesturgrønlandi, fer danska sjóverjan at taka skipið og at seta skiparan fastan.
Tey boðini hevur manningin á Greenpeace-skipinum eisini fingið, skrivar grønlendska blaðið Sermitsiaq.
Esperanza fór úr London fyrr í mánaðinum og fór fram við Føroyum á veg til Grønlands. Har borar skotska felagið Cairn Energy eftir olju einar 90 fjórðingar úr landi, og sambært Greenpeace liggur skipið nú fyri akkeri ein góðan fjórðing frá boriskipinum Stena Don.