Heimsins størsta sjóvarfalsorkuverk er byrjað at framleiða el-orku til el-netið í Norðurírlandi og Írlandi, skrivar www.ing.dk Tað bretska felagið Marine Current Turbines er byrjað at framleiða el-orku, sum verður framleidd úr sjóvarfalsstreymi, El-orkan verður seld til feløg í Norðurírlandi og Írlandi, tann fyrsta sjóvarfalsmyllan fer ætlandi at geva 1,2 MW.
?Hetta er ein tíðandi varði á vegnum, bæði fyri okkara felag, men eisini fyri royndirnar at framleiða el-orku úr sjóvarfalsstreymi? sigur stjórin Martin Wright í tíðindaskrivi.
Nýggja orkuverkið, sum nevnist Seagen, er sett har sjóvarfalsrákið er sera hart, orkuverkið hevur fingið 49 mill. kr. í almennum stuðli.
Í hesum royndunum hjá Marine Current Turbines, verða mastrar settar á havbotnin. Á hvørji mastur eru tvær myllur, sum kunnu skjótast upp og niður eftir mastrini, eisini fyri at møguligt viðlíkahaldsarbeiðið, kann verða gjørt frá báti.
Næsta sjóvarfalsorkuverk, sum Marine Current Turbines fer at gera, verður gjørt í walisiskum sjógvi. Har er talan um eitt orkurverk, sum skal framleiða 10,2 MW.