Sjósavnið í vanda fyri at lata aftur

Sum gongdin er nú, fer vælumtókta Sjósavnið á Argjum at lata aftur.

Á fíggjarlógini fyri næsta ár, er ætlanin at skerja játtanina til Sjósavnið á Argjum úr 300.000 krónum, niður í 200.000 krónur.

Men leiðslan í Sjósavninum, Suni Petersen, nevndarformaður og Bjørki Geyti, dagligur leiðari,

ger nú hinvegin fíggjarnevndini hjá Løgtinginum greitt, at verður játtanin ikki hækkað, er Savninum ikki lív lagað.

Føroya Sjósavn varð sett á stovn við stuðli frá Tórshavnar Kommunu og hevur fingið 400.000 krónur um árið frá Kommununi og ímillum 50.000 og 150.000 krónur um árið av veddingarpengum.

Saman við inntøkum frá vitjandi var hetta nóg mikið til at løna einum starvsfólki.

Sjósavnið hevur eini 10.000 vitjandi um árið.

Skipanin við veddingarpengunum helt uppat í 2010, men síðani hevur Mentarmálaráðið lánt Savninum ein lærara skúlatænastuna.

Men tað er neyðugt, at Sjósavnið fær minst eitt starvsfólki afturat til tann tøkniliga partin við dagligari røkt, samdøgursvakt og til at menna Savnið.

Tá ið veddingarpengarnir hildu uppat, fekk Sjósavnið 300.000 krónur á játtanini í ár og hevur sostatt havt grundarlag at løna einum starvsfólki hálva tíð.

Men tey vónaðu, at játtanin og inntøkurnar fóru at hækka hesi næstu árini, so at starvsfólkið kundi setast fulla tíð.

- Hetta er neyðugt, skal savninum framyvir vera lív lagað.

- Í longdini hevði ein tryggur rakstur gjørt sjósavnið munandi betri ført fyri at reka inntøkuskapandi virksemi við betri tilboði til skúlarnar, skeiðsvirksemi, langtíðaravtalum um ferðafólk, serframsýningum og annað.

Á Sjósavninum undrast tey stórliga á slíka ógvusliga skerjing á eini játtan, sum longu er so avmarkað, at har er yvirhøvur einki pláss er fyri sparingum, siga teir báðir, Suni Petersen og Bjørki Geyti.