Sjósavnið letur upp á páskum

Annan páskadag letur Føroya Sjósavn á Argjum upp fyri almenninginum. Sjósavnið er tað fyrsta almenna akvarium í Føroyum, og tað heldur til í Rættargøtu 1 á Argjum.

Á savninum eru trý stór akvariu, sum rúma 24 tonsum av sjógvi, og í teimum eru alskyns fiskar og botndjór úr havinum kring Føroyar. Av fiskasløgunum kunnu nevnast toskur, hýsa, hávur og havtaska, og ímillum botndjórini eru jákupsskeljar, krabbar, kræklingar og øður.

Fyribils verður sjósavnið á Argjum opið leygardag og sunnudag, men seinni verður tað helst eisini opið mitt í viku.