Levi Mørk, býráðslimur og formaður í byggi og býarskiparnarnevndini hjá Tórshavnar kommunu
-----
Ágangurin móti okkara høvðusstaði heldur fram við ætlanini hjá Jákup Mikkelsen landsstýrismanni í fiskivinnumálum, sum vil skerja játtanina til Sjósavnið við 100 túsund krónum komandi fíggjarár.
Eitt er vist, at Sjósavnið er til stóra gleði fyri børn og ungdóm okkara úr Havn og úr øllum landinum. Tað eru barnagarðar, frítíðarskúlar og skúlaflokkar úr øllum landinum, sum vitja Sjósavnið. Sjósavnið, sum er »nýbrótandi« innan føroysku fiskivinnufrálæru hjá okkara landi og fólki.
Her koma fólk, serliga børn, á vitjan úr øllum landinum og ikki bara úr Havn. Hetta er spinnandi galið, at skerja eina so lítla játtan burtur, sum fer at gera tað at Sjósavnið ivaleyst fer í søguna ella møguliga endar í Klaksvík.
Tað er eisini ein landsuppgáva, at Sjósavnið hevur opið.
Lat meg staðfesta, at Tórshavnar kommuna stuðlar bæði við karmun og fastari játtan árliga. Ágangur á høvðustað okkara heldur fram við núvernadi samgongu. Fyrst var nýggi skúlin í Margnagil partvís parkeraður fyri meir játtan til tekniska skúla í Klaksvík og nú Sjósavnið.










