Eyðun Waagstein
--------
Ein útsøgn frá Jákupi Mikkelsen, fiskaríministara, hevur fingið øði í havnarfólk. Hann úttalar, at landsstýrið í royndini at finna sparingar á landsins fíggjarlóg má skerja eina játtan til Sjósavnið við einum triðingi, sum er 100.000 krónur. Men í sama viðtali kemur hann á ein sera ódámligan hátt inn á, at Sjósavnið sum er, kanska eigur at fáa betri karmar. Hendan útsøgn fekk straks fólk at hveppa við, tí talimátin gevur eina undarliga ábending um okkurt lumpið átak, ið enn einaferð skapar split millum høvuðsstaðin í Føroyum og Klaksvíkina. Hví alt hetta eiturið? Hvat skal tað til?
Er ikki nokk av klandri í Føroyum? Gamaní skulu sparingar finnast á nógvum ymsum støðum, men at brúka støðuna til at taka støðið undan einum so týðandi savni, sum vit sum fiskivinnutjóð heldur eeiga at standa saman um, og síðani á ein lumpnan hátt at geva ábendingar um, at aðrir karmar helst vóru meira hóskandi, tykir mær sera ódámligt. Klaksvíkingar megna sum ein royk at seta egið sjósavn á stovn. Tað hevði verið gott við einum savni afturat, ja, enntá fleiri fyri tann skuld. Tað kundi skapt eitt dygt samstarv millum søvnini, landinum at frama. Peningaliga er ikki talan um stórar íløgur ella rakstur. Landið eigur at gjalda sín part, og kommunurnar sín part av rakstrinum. Tað er bara ein spurningur um vilja. Til at gera tær neyðugu og tiltrongdu íløgurnar á Sjósavninum í Havn, ber til at søkja grunnar, fyritøkur, oljufeløg osv um pening. Eisini privat fólk, sum vilja ungdóminum og Føroyum væl, kunnu donera til íløgurnar.
Verður rætt atborið, kunnu atgongugjøldini eisini skipast so, at meira kemur inn tann vegin. Vit eiga heilar torvur av búskaparfrøðingum, ið kunnu hjálpa til við hesum, og soleiðis skapa nakað fyri tey, ið hava stríðst við at fáa savnið á føtur og reka tað, og soleiðis eisini fyri sær sjálvum.
Tí vil eg koma við eini áheitan á partarnar.
Landið játtar somu upphædd, sum í ár.
Tórshavnar Kommuna hækkar sína játtan.
Umsitingin í TK hjálpir savninum við at søkja stuðul.
Sjósavnið stovnar eina konto, sum øll áhugaði kunnu seta pening inn á. Innkomin peningur á hesa konto, verður at nýta til íløgur, sum leiðslan hevur í hyggju at gera, í samráð við TK.