Sjúrður tosaði við Kofi Annan

Sjúrður Skaale hevur beint nú greitt frá, hvussu hann og Kofi Annan umrøddu donsku kúganina av Føroyum Men søgan, Sjúrður Skaale fortaldi var ikki heilt sonn. Søgan er áður brúkt sum atfinning og niðurger av Tjóveldinum og arbeiði teirra, men skemtilig var hon kortini:

- Danir virða ikki okkara rætt, segði Sjúrður Skaale við Kofi Annan, sum við áhuga spurdi, hvussu nógvir frælsisstríðsmenn vóru skotnir av dønum.

- Ongir, ljóðaði stutta svarið.

- Men hvussu nógvir føroyskir politikkarar sita fongslaðir í Danmark, spurdi Kofi Annan, meðan Sjúður máti geva sama svar sum áðrenn. Síðani spurdi Kofi Annan, hvussu føroyingar síðani vórðu kúgaðir av dønum, og Sjúrður Skaale kundi svara, at tað vera vit, tá danir tveita hundraðtals milliónir av krónum eftir okkum árliga.

Á henda hátt skitsaði Sjúrður Skaale ríkisfelagsskapsstøðuna upp, tá hann helt sítt upplegg á Christiansborg fyri løtu síðani.