Sjúrður Skaale leggur tingsessin frá sær til frama fyri fólkatingið

Tá Annita á Fríðriksmørk fer í barsil í marsmánaði, verður tað Sjúrður Skaale, ið sum næsti maður skal umboða Tjóðveldi á Fólkatingi. Tá fer hann at leggja tingsessin frá sær

Nú landsstýrið varð mannað, fingu trý fólk, ið ikki vórðu vald á valinum 19. januar sæti á tingi. Tey vóru Páll á Reynatúgvu, Heidi Petersen og Olga Biskopstø.

Men av tí at Annita á Fríðriksmørk er við barn, fer hon skjótt í farloyvi ? bæði sum løgtings- og fólkatingskvinna. Tað verður Sjúður Skaale, sum skal røkja fólkatingsstarvið hetta tíðarskeiðið, og hann fer ikki at halda bæði løgtings- og fólkatingsessin.

- Fái eg møguleikan at verða fólkatingsmaður, so ætli eg mær at vera tað burturav, sigur Sjúrður Skaale.

Hann fer tí at biða um farloyvi frá løgtinginum, meðan hann røkir fólkatingsstarvið. Sostatt sleppa tvey tjóðveldisfólk afturat, sum ikki vórðu vald 19. januar, á ting. Tey eru Finnur Helmsdal og Olaf í Garði Joensen.