Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, krevur nú eina treytaleysa umbering frá Christiani Andreasen, tinglimi fyri Fólkaflokkin, í sambandi við viðmerkingar, ið vórðu gjørdar í valstríðnum.
– Í valstríðnum upp undir løgtingsvalið segði Christian Andreasen, at eg sum fólkatingsmaður hevði brúkt pengar í heimildarloysi.
– Hetta var ósatt. Men tann álvarsama ákæran bleiv væl og virðiliga kannað av leiðsluni á fólkatingi. Og niðurstøðan var púra greið: eg hevði einki skeivt gjørt, skrivar Sjúrður Skaale í lesarabrævi fyri løtu síðani.
Christian Andreasen var á løtu síðani á tingsins røðarapalli í sambandi við viðgerð av uppskoti hjá Tjóðveldi um stuðul til politiskar í flokkar, har hann treiv aftur í málið um nýtsluna av fólkatingspeningi.
– Kortini stóð hetta freka apparatið - Christian Andreasen - á tingsins røðarapalli í dag og endurtók sínar lygnir og ógrundaðu ákærur.
– Hesum finni eg meg snøgt sagt ikki í, skrivar Sjúrður Skaale.










