Sjúrður Skaale blæsir og hevur mjøl í munninum

Gamalt orðatak sigur, at ikki ber til at blása og hava mjøl í munninum. Hetta orðatak kemur mær til hugs, tá ið eg lesið greinina hjá Sjúrði um kringvarpsgjaldið. Hann førir fram, at skipanin við at gjalda eitt kringvarpsgjald pr húski er órættvíst, og hann ivast í um hetta ikki er ólógligt.

Gamaní at Sjúrður er farin at ivast, um hetta er lógligt, men so undrar tað meg, at hann sjálvur atkvøddi fyri hesum uppskoti, tá ið tað var samtykt á løgtingi tann 11. mai 2010. Skipanin við at gjalda eitt gjald pr. húski er ikki nýggj, men hevur verið galdandi í nógv ár. Tí kann eg ikki annað enn undrast yvir, at Sjúrður nú ivast í um tað er lógligt, hóast vit øll kunnu koma á betri tankar.

Brúkaragjøld í prinsippinum sunn?Síðan hugleiðir Sjúrður um brúkaragjøld mótvegis skatti. Hann kemur til ta niðurstøðu, at brúkaragjøld í prinsippinum eru sunn, men hetta er ikki galdandi fyri kringvarpsgjaldið, tí tað er órættvíst.
Havi hug at seta spurningin, kann Sjúrður Skaale vísa á nakað brúkaragjald, ið er rættvíst? Eyðkenni við øllum brúkaragjøldum er vælsaktans, at tað er eitt og sama gjald, ið øll gjalda fyri eina tænastu, óansæð, um tey eru væl fyri fíggjarliga, pensionistar, stakir uppihaldarar ella lesandi.
Vanliga grundgevingin fyri at hava brúkaragjald á ymsum tænastum er, at tú í ein ávísan mun kann velja, um tú vil gera brúk av tænastuni og at við brúkaragjaldi fær tú tey at gjalda, sum frammanundan ikki gjalda so nógv til samfelagið. Kringsvarpsgjaldið er ikki eitt gjald, ið tú kann velja til ella frá og tað er eitt gjald, ið rakar sosialt skeivt. Tí ivist eg onga løtu í, at tað rætta er at gjalda kringvarpsgjaldið yvir skattin. Hinvegin má eg ásanna, at tað ikki var politiskur meiriluti fyri hesum, tá ið omanfyrinevnda lógarbroyting var samtykt á tingið í mai 2010.

Gjaldið tað sama sum áður
Tykist sum at fleiri misskiljingar eru frammi í samband við sjálvt kringvarpsgjaldið. Ført verður millum annað fram, at nú verður mvg lagt aftrat kringvarpsgjaldinum, hetta er ikki rætt.
Í kunngerð um kringvarpsgjald frá 21 desember 2006 er gjaldi ásett, at verða júst tað sama sum í 2011, umframt mvg. Kringvarpsgjaldi í 2011 er sostatt óbroytt. Øll, sum higartil hava goldið kringvarpsgjald, fara at gjalda tað sama í 2011, sum tey hava goldið síðan kunngerðin frá 2006 var lýst.