Siðurin at sleppa nógvum ballónum upp í luftina tá stór tiltøk byrja, má steðgast. Tað heldur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur.
Sjúrður Skaale heldur søguna vera stuttliga, men vísir á, at hon eisini minnir okkum á ein annan stóran sannleika.
- Men gjárdagsins søga eigur at minna okkum á, at ballónirnar altso ikki hvørva, tá tær eru farnar úr eygsjón, sigur hann.
Hann sigur, at tað bara eru tær allarfæstu, sum koma til annað land og verða tiknar upp. Tann stóra fjøldin endar í náttúruna, millum annað í havinum, har tær enda sum føði hjá fiski, fugli ella hvali, ella skola upp á land og dálka.
- At sleppa ballónum soleiðis er bannað í nógvum londum. Hjá okkum, sum liva av havinum, átti eitt lógarbann ikki at verið neyðugt, sigur Sjúrður Skaale á Facebook-vanga sínum.










