Gjøgnum eitt ár nú hevur Sjúrður H. Hoydal sagt beinleiðis frá hondbólti í bæði SMS-deildini og í Okkaradeildini. Sjúrður hevur eisini verið til dystirnar fúsur tá talan hevur verið um manslandsliðini og kvinnulandsliðini.
Nú er stundin komin, at Sjúrður H. Hoydal fer at siga frá Challenge Cup.
Hetta hendir bæði fríggjakvøldið klokkan 19 og sunnukvøldið klokkan 19, tá H71 í høllini á Hálsi í Havn spælir móti NK Maribor úr Slovenia í fyrsta umfarinum í IHF Challenge Cup.
Ein sterk ímynd av H71, Halgir Dahl Olesen verður viðmerkjari til dystarfrásagnirnar hjá Sjúrði H. Hoydal.
Klokkan 15.05 verða m.a. samrøður við umboð fyri hópin hjá H71 í SportBoxini á FM1.