Sjúrður settur sum ráðgevi á Setrinum

Fróðskaparsetur Føroya boðar í dag frá, at tey hava sett Sjúrður J. Ravnsfjall í starv sum ráðgevi í kunningar- og samskiftistøkni á Námsvísindadeildini á Froðskaparsetrinum.


Sjúrður er ein gamal kenningur á deildini. Hann tók nevniliga læraraútbúgving á Føroya Læraraskúla í 2009, áðrenn leiðin gekk til Danmarkar, har hann tók prógv sum cand. pæd. í kt-didaktisk design á Danmarks Pædagogiske Universitetsskole í 2012. Seinastu árini hevur hann virkað sum lærari og kt-vegleiðari á stórum framkomnum skúla í Vedbæk.


- Hetta hevur givið honum hollar royndir í at undirvísa og vegleiða bæði børnum og vaksnum í kt, at hugsa didaktiskt og nýskapandi umframt at stýra broytingartilgongdum og at samstarva. Útbúgvingin sum cand.pæd í kt-didaktisk design hevur umframt hetta givið honum innlit í granskingarpartin av starvsøkinum, skrivar Fróðskaparsetrið á síni heimasíðu.