Sjúrður segði stopp fyri tveimum árum síðani

Hann vildi ikki longur vera við í eini skipan, sum ber brá av korruptión

Fyri tveimum árum síðani segði eg stopp, tí tað kundi ikki forsvarast at halda fram við virksemi, sum prinsipielt bar brá av korruptión.

 

So bersøgin var Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, tá ið hann setti ráðstevnuna, hann, og hin føroyski fólkatingsmaðurin, Magni Arge, skipaðu fyri seinnapartin í dag.

 

Ráðstevnan var um ætlanina hjá samgonguni um at yvirtaka útlendingamál á føroyskar hendur.

 

Sjúrður Skaale sigur, at sum skrivari í fólkatinginum í fýra ár, og fólkatingsmaður í fimm ár, hevur hann havt eina ørgrynnu av útlendingamálum á sínum borði, tí øll venda sær til fólkatingsumboðini í hesum sambandi.

 

Hann sigur, at sum allaroftast hevur hann hildið tað verið rætt og rímiligt, at fólkini skuldu sleppa til Føroya, ella sleppa at verða verandi í Føroyum, tí tað hevði verið gott fyri tey - og tað hevði verið ikki minni gott fyri føroyska samfelagið.

 

Men hann ásannar samstundis, at tað er skeivt av fólkatingsumboðum at blanda seg upp í slík mál. 

- Ávirkar tað arbeiðsgongdirnar hjá umsitingini at ein politikari blandar seg uppí, hava vit ikki rættartrygd, men so hava vit eina korrupta skipan.

 

- Politiska valdið skal gera lógirnar og reglurnar. Umsitingin má og skal vera leys av politiska valdinum.

 

Men á útlendingaøkinum er politiska valdið býtt sundur ímillum Føroyar og Danmark.  Samstundis er umsitingin formliga í Danmark, men í roynd og veru er hon eisini lutvíst Føroyum og tískil eru viðurskiftini ikki serliga greið

 

Sjúrður Skaale sigur, at hetta fekk hann at siga stopp fyri tveimum árum síðani, tí tað kundi ikki forsvarast at halda fram við virksemi, sum prinsipielt bar brá av korruptión.

 

Hann sigur, at nú verður tað gjørt púra greitt fyri øllum, at hann fær bara upp í eitt mál, har hann sær greið tekin um, at mistøk eru gjørd í málsviðgerðini.

 

Men hann staðfestir, at útlendingamálini eru framvegis fløkjaslig, og tí er tað prinsipielt rætt, at myndugleikin verður fluttur til Føroyar, hóast hann ásannar, at tað verður alt annað enn lætt, tí politiskt eru útlendingamál nøkur at torførastu málunum yvirhøvur.

 

Og vit mugu gera okkum heilt greitt, at hevur tann politiska leiðslan ikki tá rygg til at halda reglurnar, og vraka anstendigheitina og etikkin og moralin - so klára vit ikki at umsita økið. So er rættartrygdin burtur - og økið verður stýrt eftir persónligum meiningum.

 

Vit mugu gera lógirnar við størsta nærlagni - men tá tær eru gjørdar, sum mugu og skulu tær haldast. Eftir hansara tykki er tað týdningarmesta av øllum nevniliga, at rættartrygdin er í lagi, og at økið er væl og trygt skipað.

 

- Tað má vera ein fortreyt fyri yvirtøkuni, at full vissa fæst um at rættartrygdin er ílagi, leggur hann afturat.