Tí mugu danir fáa somu greiðu boð sum ES, at føroyingar fegnir vilja gera avtalu um makrelin, tá vit fáa okkara rættvísa kvotapart.
Fyrst vil eg ynskja Edmund Joensen og Sjúrða Skaale tillukku við fólkatingssessunum.
Sjúrður er farin til verka beinanvegin, og um vikuskiftið hoyrdist, at Sjúrður hevði gjørt avtalu við danska Javnaðarflokkin um at loysa “makrelmálið”, áðrenn Danmark yvirtekur formansskapin í ES á nýggjárinum.
Hetta eru nærum somu orð sum danski uttanríkisráðharrin, Lene Espersen, nýtti, tá hon var í Føroyum fyri kortum, og segði seg hava gjørt avtalu um, hvussu “Danmark skuldi hjálpa Føroyum at koma burturúr makrelósemjuni”.
Hin fólkatingsmaðurin, Edmund Joensen, hevði somu hugsan, og vildi hava danska uttanríkisráðharran til arbeiðis, ongantíð ov skjótt, um hon “kann gera eitt arbeiði, ið gagnar føroyskum áhugamálum”.
Fyri mær var tað ongin ivi um, at danski uttanríkisráðharrin gekk ørindir fyri uppsjóarvinnuna í Danmark og ES, og vildi trýsta Føroyingar til at gera eina avtalu í heyst.
Tað er tí sera órógvandi, um Sjúrður vil brúka danska Javnaðarflokkin at “hjálpa” okkum at samráðast um makrelin, og at Edmund heldur, at danska uttanríkisráðharrin kann gera eitt arbeiði sum gagnar okkum.
Sjúrður hevur avsannað, at hann og danski Javnaðarflokkurin vilja blanda seg í sjálvar samráðingarnar, men tað er eitt sindur ógreitt, hvat tað er, tey hava í kvittanum.
Danir hava, eins og onnur ES-lond, síni serligu áhugamál at røkja, áhugamál, sum á ongan hátt samsvarað við føroyska kravið um størri kvotapart. Tí mugu danir fáa somu greiðu boð sum ES, at føroyingar fegnir vilja gera avtalu um makrelin, tá vit fáa okkara rættvísa kvotapart.
Vit eru miðskeiðis í einari tilgongd, har vit við fiskiskapi og vísindaligum kanningum, skulu undirbyggja okkara krav, og tí hava vit ikki størri skund enn nakar annar, at gera eina nýggja strandalandaavtalu um makrel.
ES, herundir Danmark, hevur tikið tað óvanliga stigið, at blanda fiskiveiðiavtaluna uppí “makrelmálið”, og vil ikki gera fiskiveiðiavtalu við Føroyar, tí ósemja er um makrelin. Slíkt er óhoyrt og ágangur ímóti Føroyum.
Hetta eigur at verða átalað, og her kunnu Sjúrður og Edmund gera mun. Sama er við hóttanum um handilstiltøk ímóti Føroyum. Hóttanir, sum altíð verða nýttar sum vápn til at trýsta føroyingar við.
Undir tilgongdini at vinna okkum størri rættindir, hava bæði Javnaðarflokkurin og Edmund Joensen givið til kennar, at tey óttast tiltøk frá ES, men hetta má ikki forða teimum at átala ágangin frá ES.










