Sjúrður Olsen: Einki lump og lirk á Vaglinum

? men heldur eitt »one man show« av Jógvan Arge

Ein fær varhugan av, at býráðsfundirnir í Havn nú vera varpaðir út av kendum útvarpmanni eins og ein fótboltdystur.
Enn einaferð er Jógvan Arge í bløðunum og kærir sína neyð sum býráðslimur. Evnið er tað sama: Eg sleppi ikki at at ráða, tí eru hini ódemokratisk. Hesuferð fer Jógvan so langt sum at siga, at Sosialurin, ið var við á býráðsfundinum, ikki dugur at siga nóg væl frá fundinum. Sjálvsagt sigur hann slíkt, tí at Sosialurin ikki framhevjar Jógvan Arge sum tað stóra »orakli«.
Orðalagið hjá Jógvan Arge er tað sama: Meirilutin sýnir vanvirðing, trumfar mál ígjøgnum og rekur skýmakrókspolitikk, har alt skal lumpast og lirkast.
Tað tykir mær eitt sindur løgið, at maðurin sum situr í minnuluta í býráðnum skal rópa so hart um býráðsmál, ímeðan einki hoyrist til sama mann frá løgtinginum, har hann situr í samgongu. Kann tað vera tí, at lættari er at finnast at, heldur enn at royna at gera okkurt sjálvur??
Málið , ið Jógvan Arge metir er lumpað og lirkað ígjøgnum á síðsta býráðsfundi er í veruleikanum sera einkult. Arge-maðurin vildi partú hava býráðið at samtykkja eina samtykt, ið logu var samtykt. Honum í minnilutanum var gjørt kunnugt, at um eingin broyting skuldi gerast til samtyktuna, ið var løgd fram á býráðsborð, so var nokk at framleggja hana, tí avgerðin varð tikin í teirri nevndini, sum málið hoyrdi undir.
Einki vildi tú hava nøkur mál staðfest Jógvan , tú kravdi at fáa samtykt og játtað nøkur mál, ið longu vóru samtykt og játtað. Sosialurin skrivar, sum rætt er, at býráðsformaðurin bað teg fara av fundinum, um tú ikki vísti fundarsið. Kanska er tað fráboðanim um at vera vístur av fundinum, tú meinar við, tá tú skrivar, at býráðsformaðurin gav tær skomm og skitin orð. Tað at býráðslimur missur tamarhaldið á sær sjálvum, so hann ikki kann vera á býráðsfundi, kann ikki vera býráðsformansins skomm.