Nývaldu føroysku fólkatingsmenninir, Sjúrður Skaale og Edmund Joensen gera nógv burtur úr mentanarnáttini og hava í felag skipað fyri ymsum forvitnisligum, føroyskum tiltøkum.
Anna Faroe fer at syngja, og við sær hevur hon Kim Hansen á tangentum og Hans Petur í Brekkunum á saxofon. Tey spæla tvær smáar konsertir, klokkan 19.30 og klokan 21.30. Umframt hesa trio, fer Sirri at vísa klæðir fyri heyst og vetur 2011, og høvi verður eisini at heilsa upp á føroysku fólkatingsmenninar.
Í »Føroyarúminum« á Christiansborg verða ymsir stuttfilmir um Føroyar at síggja, og vitjandi kunnu fáa faldarar um Føroyar sum ferðamannaland.
Sjúrður Skaale og Edmund Joensen vóna, at nógvir føroyingar nýta høvið at vitja á Borgini fríggjakvøldið.
Føroysku umboðini verða at finna í Føroyarúminum og í Grønlendska rúminum.
Tiltakið byrjar klokkan 18 og endar klokkan 23.