Sjúrður og Edmund á fundi við danska løgmálaráðharran

Føroysku umboðini á Fólkatingi hava verið á fundi við danska løgmálaráðharran Nick Hækkerup í dag

Hóast Sjúrður Skaale og Edmund Joensen umboða hvønn sín flokk og politiska áskoðan á Fólkatingi, sita teir, tá ið samanum kemur, sum umboð fyri alt Føroyar. Hurðarnar á gongini eru altíð opnar fyri samstarvi har tað ber til. 

Í dag vóru Sjúrður og Edmund á fundi við løgmálaráðharran Nick Hækkerup um sonevndu ‘fleirársavtaluna’ fyri politiið, sum eisini partvíst ásetir fíggjarkarmin fyri føroysku løgregluna. 

Fólkatingsmenninir vístu á ábøturnar, sum føroyska løgreglan hevur gjørt vart við, og nú verður arbeitt víðari við at nútímansgera arbeiðsumstøðurnar og tólini hjá politinum við komandi avtaluni.