Prædikumaðurin Sjúrður Højgaard, sum í januar varð meldaður av prestinum í Fuglafirði fyri síni úttalilsi, ger nú aftur um seg.
Í málinum við fuglafjarðapresti valdi ákæruvaldið at sleppa málinum. Hesaferð eru tað samkynd, sum standa fyri skotum.
Í óvanliga hørðum orðingum leggur Sjúrður Højgaard í skrivi á Facebook-síðuni hjá LGBT-felagsskapinum eftir samkyndum í Føroyum.
Prædikumaðurin skýrir samkynd fyri "djevilsist pakk", sum fara "í helviti, hvør tann einasti..." og so framvegis. Eisini hevur hann postað eina mynd av tveimum menniskjum, sum verða hongd í gálga, á vangamyndina hjá LGBT.
LGBT Føroyar er rørsla til frama fyri samkynd, tvíkynd og transpersónar í Føroyar. Felagsskapurin hevur ein opnan Facebook-profil, har virksemi og virði hjá felagsskapinum verður lýst. Boðini frá prædikumanninum eru sum nevnt løgd har, undirskrivað Sjúrður Højgaard.
Myndin er tikin av FB-síðuni hjá LGBT Føroyar.