Anne Mette Greve Klemensen, prestur í Fuglafirði, hevur nú tikið tað óvanliga stig at melda ein víðgongdan prædikumann til løgregluna.
Sjálv hevur hon ongar viðmerkingar yvirhøvur, men kriminalløgreglan í Føroyum váttar fyri Sosialinum, sum er komin út seinnapartin, at tey hava fingið eina fráboðan frá fuglafjarðarpresti.
Talan er um umstrídda prædikumannin, Sjúrð Højgaard, sum í óvanliga ógvusligum og víðgongdum vendingum leggur eftir presti í Fuglafirði.
Marin Sólheim Thomsen, forkvinna í kirkjuráðnum í Fuglafirði, staðfestir, at tað er í samráð við hana, at prestur hevur meldað málið.
- Sjálvandi tók eg undir við, at prestur meldaði hetta málið, sigur hon, og leggur aftrat, at annars fer kirkjuráðið heilt avgjørt at umrøða málið á fundi.
Men hon tekur málið í størsta álvara, tí hon heldur ikki, at útsøgnir, sum hesar, kunnu fara aftur við borðinum, og tí heldur hon, at tað var neyðugt at melda.
Marin Sólheim Thomsen heldur, at Sjúrður Højgaard er ógvuliga vandamikil, serliga fyri ung, sum eru søkjandi í síni trúgv.
Hann er ein Breivikari, leggur forkvinnan í kirkjuráðnum aftrat í samrøðuni við Sosialin í dag.