Sjónvarp
Vit hitta Arvid og Simonu í plantasjuni í Havn, Arvid smakkar sær á eina øl, kassin frá Føroya Bjór er hálvtómur og er vælegnaður sum rygglen. Hóast húðin er merkt av ringum reinføri og drukki, og klæðini ikki beinleiðis eru nýggjasti móti, so eru Arvid og Simona bæði sannførd um sína egnu fortreffiligheit.
Hetta eru tveir av persónunum í sjónvarpsrøðini »Eg elski Føroyar«, ið Sjúrður Skaale hevur skrivað og sjálvur spælir við í. Sjúrður er Arvid, og ein rúgva av øðrum persónum í skemtirøðini, ið verður tikin upp í hesum døgum. Komandi viku gongur leiðin til Danmarkar, har tey skulu taka upp eina røð av sketjum um føroyingin Nu, sum hatar alt danskt, men er búsitandi í Keypmannahavn og giftur við eini danskari konu, greiður Bjarni Rubeksen frá, ið er myndamaður á skemtirøðini.
Ikki Pipar & Salt
Sjúrður Skaale hevur saman við Jákup Weyhe staðið fyri meginpartinum av skemtisendingunum, ið hava verið í føroyskum sjónvarpi seinastu tíggju árini, men »Eg elski Føroyar« er hvørkið »Pipar & Salt«, »Kreppukabarettin« ella »Flatt av Flatlondum”, vísur Sjúrður Skaale á.
Sjúrður heldur at tað er stuttligt at royna at arbeiða saman við nýggjum fólki, og fáa íblástur frá teimum, og hesaferð hevur Sjúrður funnið saman við Elini á Rógvu, ið leikstjórnar røðini og einum sjónleikarabólki, ið umfatar bæði nýggj og roynd nøvn. Á rollulistanum eru umframt Sjúrð, Elsa Maria Olsen, ið m.o. spælir Simona, Lív Reynheim og Bárður Persson. Men eisini onkur annar verður við. Ljóðarbeiðið standa Eyðbjørn við Skipá og Pauli
Seks partar
Skemtirøðin verður í seks pørtum og verður send í sjónvarpinum beint eftir nýggjár. Hettar eru ymiskar røðir av sketjum, og alt er spildurnýtt tilfar skrivað til »Eg elski Føroyar«, og teir persónarnir, vit hitta í røðini, eru skaptir til hesa røðina.
Sangirnir eru nýskrivaðir av Sjúrða og føroysku poppsmiðirnir Eyðfinn Jensen og Kári Jacobsen standa fyri tónleikapartinum. Hesir eru m.a. kendir sum menninir aftan fyri gentubólkin Poppkorn, so her verður uttan iva talan um lættsvølgdan popp.
Búnarnir hevur Anna Kristin Bæk staðið fyri, og skulu vit døma eftir búnunum hjá Arvid og Simonu, so er hon komin væl frá uppgávuni.