TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Sjúrð Olsen hjá VÍF, sum skoraði fýra mál tá VÍF á heimavølli tapti 28-36 (16-18) ímóti Neistanum í dysti í FTZ-deildini fyrr í kvøld.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við vestmenningin, Høgna Zachariassen, sum nú spælir við Neistanum. Høgni seks mál fyri Neistan í Vestmanna í kvøld.
Høgni Zachariassen viðgongur, at tað kendist merkiligt at verða aftur og spæla í Vestmanna, og verða partur av mótstøðuliðnum, men hann er glaður fyri góðu gongdina hjá Neistanum, og um hvussu væl hann er móttikin í felagnum.
Sjúrður Olsen heldur, at tað verjuspælið kostaði teimum, og hann heldur, at tað ber illa til at vinna ein dyst tá 36 mál verða latin inn.
Í Kollafirði vann KÍF 26-25 (13-10) á H71, og á Skála vann Team Klaksvík 28-23 (13-10) á StÍF.
Støðan: