Danska herskipið Esbern Snare hevur nú verið inni við teimum 24 somalisku sjórænarunum, sum hava verið umborð á skipinum í meiri enn ein mánað.
Løgmálaráðið í Keypmannahavn sigur við Jyllands-Postin, at Esbern Snare hevur verið í kenyanska býnum Mombasa við monnunum. Har komu umboð fyri ákæruvaldið í Kenya umborð eftir skjølum, sum teir skulu brúka, tá teir somalisku menninir koma fyri rættin.
Kenya hevur játtað at koyra menninar í rættin, og Danmark hevur tryggjað sær, at menninir verða væl viðfarnir, og at teir ikki fáa deyðarevsing.
Esbern Snare er nú á veg til Danmarkar eftir 11 mánaðir úti fyri eysturafrikonsku strondini.