Tríggir sjómenn, sum vórðu burturfluttir av einum niðurlendskum handilsskipi við strondina í Nigeria fyri fýra vikum síðani, eru latnir leysir. Franska tíðindastovan AFP sigur frá reiðarínum Seatrade, at menninir hava tað gott eftir umstøðunum.
Tveir av monnunum eru russar og tann triði er úr Filipsoyggjunum. Annar russarin førdi tað niðurlendska skipið.
Tað er ikki greitt, um burturflytararnir eru úr Nigeria ella onkrum øðrum landi, og tað er heldur ikki ógreitt, at teir hava fingið loysigjald fyri at lata menninar leysar.
Skipið Breiz Klipper (myndin) varð rænt stutt frá havnarbýnum Harcourt tann 29. februar. 14 mans vóru við skipinum, men sjórænararnir tóku bara skiparan og tveir aðrar við sær.