Í Niðurlondum hevur ein dómstólur dømt fimm somaliskar menn sekar í at hava havt ætlanir um at ræna eitt farmaskip í Afenvíkini í fjør. Menninir fingu fimm ára fongsulsrevsing.
Hetta er fyrstu ferð, at somaliskir sjórænarar eru komnir fyri ein evropeiskan dómstól.
Sambært AFP hevur rættarmálið havt sera stóran áhuga í Fraklandi, Týsklandi og Spania, tí myndugleikarnir í teimum trimumk londunum hava tikið somaliskar menn, sum eru undir illgruna fyri at hava ætlað at ræna skip í somaliskum sjógvi.









