Sjórænarar rænt danskan seglbát

Somaliskir sjórænarar hava tikið ein seglbát við sjey donskum ríkisborgarum umborð. Tað sigur uttanríkisráðið í Keypmannahavn, sum veit at siga, at talan er um eini hjún við trimum børnum umframt tvey hjálparfólk.

Sum skilst varð báturin rændur í Indiska Havinum tann 24. februar. Danska sjóverjan fekk eitt neyðtekin frá bátinum, og seinni bleiv staðfest, at báturin var rændur, og at sjórænararnir vóru á veg til Somalia við honum og manningini.

Uttanríkisráðið vil ikki siga, hvørji fólkini í bátinum eru, ella hvussu gomul børnini eru.