Sjórænarar gjørdu kvetti

Somaliskir sjórænarar gjørdu eitt rættiligt kvetti í gjár, tá teir fingu loysigjald fyri eitt tangaskip, sum teir høvdu rænt. Sambært somalisku myndugleikunum fingu sjórænararnir millum 5,5 og 7 milliónir dollarar fyri tangaskipið Maran Centaurus.

Sagt verður, at ein tyrla slepti pengunum niður á dekkið á tangaskipinum. Maran Centaurus, sum er skrásett í Grikkalandi, varð rænt nærhendis Seychellunum síðst í november.

Skipið hevur tvær milliónir tunnur av olju í tangunum. Manningin telur 28.