Tað gongur væl við fiskarínum í Barentshavinum. Í morgun fór Sjúrðarberg at sigla heim. Teir hava fiskað í 23 dagar, og nú eru teir fulllastaðir. Tað er 750 tons av kruvdum og avhøvdaðum – fyri tað mesta av toski.
Klokkan 23 í kvøld vera teir á kontrolpunktinum, og hagani verður kósin sett á Klaksvík, har teir rokna við at vera mánakvøldið ella týsmorgunin.
Sjúrðarberg hevur henda túrin roynt í russiskum sjógvi. Teir loystu 20. apríl og vóru á fiskileið flaggdagin – 25. apríl. Tað vil siga, at teir hava fiskað í 23 dagar.
Veiðan verður løgd upp í Klaksvík.
Skipari henda túrin er Ásmundur Olsen, ættaður úr Svínoy og búsitandi á Argjum.