Sjúrðarberg liggur í løtuni á liðini í dokkini á Skála. Skipið hellir eini 19-20 stig.
- Óhappið hendi, tá vit skuldu fáa Sjúrðarberg úr aftur dokkini fyrrapartin, sigur Hanus Hansen, reiðari.
Sjúrðarberg stingur djúpt, og tí er neyðugt at hava skipið rættuliga tómt, tá tað skal úr og í dokkina á Skála.
- Tað gekk væl, tá vit skuldu hava skipið inn. Men nú gekk ikki, staðfestir Hanus Hansen.
Hann dugir í løtuni ikki at siga, um ella hvønn skaða Sjúrðarberg hevur fingið.
- Nei, eg veit ikki. Fyrsta uppgávan er at fáa skipið upp aftur á beint, sigur Hanus Hansen.
Tað verður gjørt við at lætta skipið í erva og síðani fylla meira í botnin. Eisini er ein møguleiki at seta sleipikranar á skipið, báðumegin við.
- Enn eru vit ikki heilt tryggir við støðuna. Men fólk er á staðnum og vit arbeiða av øllum alvi fyri at fáa skipið á beint, sigur Hanus Hansen.
Sjúrðarberg er 52 metrar langur, 13 metrar breiður og stingur góðar átta metrar.
Myndina eigur Kristbjørg Toftegaard.